AB helt lív í møguleikanum at yvirliva í Betrideildini við at vinna 1-0 á Víkingi úti í Vika á Argjum, og so kundi liðskiparin, Heðin Stenberg lagað ein stein aftrat varðanum hjá AB úti í Vika. Tað er ein siður aftaná hvønn sigur hjá AB. Í ár er ikki so nógv lagt aftrat varðanum, men í dag bragdaði.
Tað órógvar ikki fagnaðin hjá Heðini Stenberg, at 07 Vestur vann 4-2 á KÍ í dag. AB hevur heimadyst eftir ímóti Skála, og útidyst eftir ímóti EB/Streymi, og Heðin Stenberg trýr fult og fast uppá, at AB kann fáa fulla úrtøku í teimum báðum dystunum, og so má tíðin vísa um 21 stig eru nóg mikið til at bjarga AB.
Um sigurin ímóti Vìkingi í dag greiðir Heðin Stenberg frá, at spælararnir veruliga fóru í arbeiðshandskarnar, og tað bar langt ímóti Víkingi.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Heðin Stenberg aftaná 1-0 sigurin hjá AB ímóti Víkingi.
HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sigfríð S. Clementsen.










