Havstovan hevur gjørt sínar yngul-og ætikanningar fyri summarið 2012. Hetta eru kanningar, sum hava til endamáls at kanna ta pelagisku vistfrøðina undir Føroyum á sumri, eitt nú hita, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og fiskayngul.
- Við støði í hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli.
Havstovan sigur, at sjógvurin var nakað kaldari í ár í mun til somu tíð í fjør, gróðurin var undir miðal, væl var av djóraæti, men lítið var til av flest øllum sløgum av fiskayngli, og støddirnar av teimum vóru yvirhøvur smáttfallandi.
- Nevnast skal, at eingin toskayngul varð fingin á Føroyabanka, sigur Havstovan.
Lagt verður aftrat, at tilsamans 24 ymisk sløg vórðu fingin á landgrunninum og 12 á Føroyabanka. Hetta er nakað minni enn í fjør og í fyrraárið, tá samanlagda talið var ávikavist 25 og 30 sløg.
- Øll sløgini á Føroyabanka vórðu eisini fingin á landgrunninum uttan havtaska, ið bert varð fingin á Føroyabanka. Lítið varð fingið av flest øllum sløgum, og yvirhøvur var yngulin sera smáttfallandi.
Havstovan sigur, at hesi seinastu trý árini eru tó nøkur yngulsløg, ið meira er fingið av enn vanligt. Nevnast kunnu brosma, longa, lítli kongafiskur, reyðsprøka, norka kvoysa og knurrhani.









