Løgtingsvalið 2004
?Hetta gekk sum tað skuldi.
Hergeir Nilsen, afurvaldur tingmaður fyri tjóðveldisflokkin í Suðuroy er rættiliga vælnøgdur við úrslitið av løgtingsvalinum, sigur hann í eini stuttari viðmerking.
Men hann hevði eisini væntað eitt gott úrslit, hóast tann fyrsta veljarakanningin sá ikki nakað serligt út.
?Tað var rættiliga skjótt at eg kom eftir, at veljarakanningin fór ikki at halda, tí tað kundi aldrin passa, at tjóðveldisflokkurin skuldi vera fyri so stórari afturgongd, sum hon vísti.
-Men hann var kortini sannførdur um, at tjóðveldisflokkurin stóð til eina afturgongd, ikki minst nú eisini fólkaflokkurin var farin at tevja tingsess í Suðuroy og gjørdi rættiliga vart við seg. So hann visti eisini, at tað skuldi stríðast fyri at varðveita sessin.
Kortini hevði hann góðar vónir, tí hetta hevur verið eitt søguligt valskeið fyri Suðuroynna, tí tað er ongantíð so nógv hent í oynni í einum valskeiði, sum hesuferð, og tað hevur sjálvsagt ávirkað úrslitið av valinum.
Hann sigur, at tá ið nýggi Smyril er komin, eru møguleikarnir eisini at reka vinnu í Suðuroynni líka góðir sum aðrastaðni í Føroyum og hann ivast heldur ikki í, at vinnan fer at fóta sær aftur.
? Uppgávan hjá politikarum verður at tryggja, at umstøðurnar hjá vinnuni í einum parti av landinum ikki verða verri enn í einum øðrum parti av landinum. Sostatt skulu virki í útjaðaranum ikki vera verri fyri enn virki í miðstaðarøkinum. Og er flutningskostnaðurin ein trupulleiki, verður neyðugt at fáa tað í rættlag, sigur Hergeir Nielsen.
Annars ásannar hann at undanfarna samgonga kom styrkt burturúr valinum.
? Vit høvdu 17 tinglimir í samgonguni, men eftir valið hava teir fýra flokkarnir, sum myndaðu samgonguna, 18 tinglimir.
Men fyri tað sigur hann ikki, at hendan samgongan skal endurskipast.
Hann heldur, at tað eru nógvir møguleikar fyri eini nýggjari samgongu og hann vil ikki nevna nakran ávísan.