Innlendismálaráðið og Vinnumálaráðið fáa av at vita frá Løgtingsins Umboðsmanni, sum sigur, at talan er um álvarasamar feilir. Í samandráttinum frá Løgtingsins Umboðsmamanni verður sagt, at stovnurin hevur viðgjørt eitt mál um, at sjey umsøkjarar fingu løggilding sum grannskoðarar frá Skráseting Føroya í 2007.
Samandrátturin er soljóðandi:
Umsøkjararnir fingu løggildingarnar, hóast teir ikki høvdu staðið eina serliga próvtøku, ið var ein av treytunum fyri at fáa løggilding sambært grannskoðaralógini.
Umboðsmaðurin tók við heimild í grein 6, stk. 5, í umboðsmanslógini málið upp, eftir at níggju navngivnir persónar høvdu klagað um, at teimum var noktað at fáa løggilding, hóast teir høvdu somu útbúgvingarligu og verksligu royndir sum umsøkjararnir, ið høvdu fingið løggildingar.
Frágreiðingin hjá umboðsmanninum fevnir um viðgerðina hjá Innlendismálaráðnum og Vinnumálaráðnum í málinum.
Skráseting Føroya noktaði upprunaliga at løggilda umsøkjararnar við teirri grundgeving, at teir høvdu ikki staðið serligu próvtøkuna. Avgerðirnar vórðu kærdar til Vinnumálaráðið, men orsakað av ógegni flutti løgmaður viðgerðina av kærunum til Innlendismálaráðið.
Innlendismálaráðið var í fyrstani samt við Skráseting Føroya um, at løggildingarnar áttu ikki at verða latnar. Seinni broytti ráðið støðu og heitti á Skráseting Føroya um at viðgera málini av nýggjum. Innlendismálaráðið metti Skráseting Føroya gera ósakligan mun á umsøkjarum og grundgav m.a. við, at ein umsøkjari við ríkisgóðkenning úr Noregi frammanundan hevði fingið løggilding uttan at hava staðið eina serliga próvtøku.
Umboðsmaðurin metir ikki grundarlag vera fyri niðurstøðuni hjá Innlendismálaráðnum, tí avgerðin at løggilda umsøkjaran við ríkisgóðkenning úr Noregi var tikin á skeivum grundarlag. Hendan avgerðin gav tí ikki øðrum umsøkjarum, sum ikki luku treytina um eina serliga próvtøku, eitt rættarkrav um tilnevning sum løggildir grannaskoðarar. Umboðsmaðurin metir frágreiðingina hjá Innlendismálaráðnum um orsøkina til broyttu støðutakanina til málið vera óskiljandi og heldur ikki grundarlag vera fyri fatanini hjá Innlendismálaráðnum um, at ein vantandi kunngerð um serligu próvtøkuna kundi hava við sær, at lógarásetta treytin um próvtøkuna ikki kundi setast umsøkjarunum.
Eftir at Skráseting Føroya á øðrum sinni hevði noktað umsøkjarunum løggilding, vórðu avgerðirnar aftur kærdar til Innlendismálaráðið. Umboðsmaðurin heldur, at aðalstjórin í Innlendismálaráðnum var ógegnigur at viðgera seinnu kærurnar, tí Innlendismálaráðið undir fyrru kæruviðgerðini ítøkiliga tók støðu til umsóknirnar hjá umsøkjarunum. Umboðsmaðurin heldur, at seinnu kæruavgerðirnar tí mugu metast at vera ógildugar.
Umboðsmaðurin heldur tað vera óskiljandi, at Innlendismálaráðið hevur hildið seg kunnað viðgjørt málini eftir, hvørji krøv vórðu sett til at gerast løggildur grannskoðari í Noregi, og heldur seinnu kæruviðgerðina vera serstakliga atfinningarsama. Umboðsmaðurin heldur somuleiðis handfaringina hjá ráðnum av eini kæru um stjóran av Skráseting Føroya vera atfinningarsama.
Av tí, at viðgerðin av kærumálinum varð flutt úr Vinnumálaráðnum orsakað av ógegni, kundi Vinnumálaráðið ikki á nakran hátt viðgera málið. Umboðsmaðurin heldur talan vera um ósakliga fyrisiting í Vinnumálaráðnum, tí bæði embætisfólk og landsstýrismaðurin í vinnumálum settu seg í fleiri førum í samband við Skráseting Føroya um málið og luttóku á fundi við umsøkjararnar um kærurnar.
Umboðsmaðurin heldur, at síggjast kann ikki burtur frá, at gongdin í arbeiðinum at gera eina kunngerð um krøvini til serligu próvtøkuna hevði tilknýti til viðgerðina av ítøkiligu málunum. Umboðsmaðurin metir seg tó ikki hava nøktandi grundarlag fyri at siga, at arbeiðið við kunngerðini tilvitað varð steðgað við tí endamáli, at kravið um serligu próvtøkuna ikki varð sett umsøkjarunum.
Av tí, at umboðsmaðurin heldur talan vera um álvarsligar feilir og brek við viðgerðini hjá Innlendismálaráðnum og Vinnumálaráðnum, hevur umboðsmaðurin, samsvarandi § 10, stk. 1 í umboðsmanslógini, sent formansskapinum í løgtinginum, løgmanni og landsstýrismonnunum í innlendismálum og vinnumálum frágreiðingina.
Frágreiðingin kann heintast á www.lum.fo