Kvinnuliðið í hondbólti hjá VB fekk eina kongliga móttøku tá ið tær komu heimaftur til Vágs sunnukvøldið, eftir at hava tryggja sær FM heitið í dystinum ímóti stjørnuni fyrr um dagin.
Fleiri hundrað viðhaldsfólk hjá VB vóru við í Klaksvík og gjørdu sítt til at hetta var mestsum at rokna sum ein heimadystur hjá VB.
Komin til Vágs, var farið beint í høllina, har onnur hundraðatals mannfjøld bíðaði eftir teimum.
Í høllini vórðu tær fagnaðar sum tað sømir seg einum FM vinnara við røðum, gávum og heilsanum
Vágbingar høvdu eisini verið í sving, so har var bæði smurt breyð, kaka, saft, te og kaffi at fáa.
Og aftaná varð so dansur.
Á samkomuni takkaði Bogi Mortensen í hondbóltsdeildini hjá VB, viðhaldsfólkunum fyri tann stóra stuðul, sum tey vísa liðnum hvønn einasta dyst.
Hann vísti á, at VB vann FM í fjør og tær funnu FM í ár.
Hinvegin var árið í fjør nógv darvað av rokinum um útlendsku spælararnar og Bogi Mortensen ivaðist ikki í, at tað oyðilegði teimum kappingarárið í fjør.
Hann vísti á, at hetta var kanska tað besta hondbóltsárið í Vági nakrantíð, tí tær yngru deildirnar og kvinnurnar í 3. Deild høvdu eisini vunnið fleiri heiðursmerki, men hetta var krúnar á verkinum.
Tí helt hann, at framtíðin fyri hondbóltinum í Vági sá bjørt út.
Men hann gloymdi heldur at takka teimum fíggjarligu stuðlum, sum VB hevðI og hann takkaði.
Àsgerð Stenberg, sum er forkvinna í mentanarnevndini hjá Vágs Býráð segði, at tað var ikki av ongum, høllin í Vági hevur verið fullsett til hvønn dyst.
Hon takkaðI spælarunum fyri, at tey nógv vikuskifti um veturin løgdu á fjørðin at fara norðureftir at spæla hondbólt, hóast fleiri av teimum høvdu børn at hugsa um.
John Henrik Holm, sum hevur verið formaður í VB, vísti á, hvønn týdning hetta hevur fyri tað sosiala samanhaldið í bygdina.
?Fyri VB hevur tað sera stóran týdning at vinna eitt FM heitið. Serliga týdning hevur tað fyri eitt pláss í útjaðaranum at røkka so langt.
Eisini Rannvá Augustinussen, liðskipari hjá VB, takkaði viðhaldsfólkuum fyri stuðulin ígøjgnum alt kappingarárið.
At hondbólturin hevur eitt serligt pláss í hjørtunum á vágbingum, er litið at ivast í, tí høllin í Vági er at kalla fullsett til hvønn dyst og í sambandi við seinasta dystin í Klaksvík høvdu einir 300 vágbingar leita sær til Klaksvíkar at bera liðið fram til sigurs.
Fleiri av røðarunum fegnaðust serliga um, at tað eydnaðist at vinna FM í ár, nú VB fyllir 100 ár.