Í gjárkvøldið var løgreglan aftur úti um seg og kannaði ferðsluna.
Fleiri bilar vórðu steðgaðir og tað var ikki til fánýtis hjá løgregluni og tað var heldur ikki ókeypis hjá fleiri av teimum, sum vóru í bilinum.
Løgreglan sigur, at nakrir bilførarar fingu klipp í koyrikortið tí at teir høvdu børn í bilinum, uttan at tey binda tey í trygdarbeltið.
Eru 15 ára gomul børn, ella yngri, børn í bilinum, hevur førarin ábyrgdina av, at tey eru bundin í trygdarbelti og eru tey ikki tað, fær hann klipp í koyrikortið.
Annars fær tann, sum ikki situr í trygdarbelti, bót og tað vóru tað eisini nøkur, sum fingu í gjárkvøldið.
Bilførarar fingu eisini bót fyri at tosa í fartelefon ímeðan teir koyrdu.
Annars eru tveir bilførarar tiknir fyri rúsdrekkakoyring í nátt.










