Føroya Pedagogfelag hevur fyri løtu síðan boðað Almannaverkinum frá, at tey ikki fáa nakað undantaksloyvi. Almannaverkið søkti fyrr í dag um undantaksloyi til at hava nakrar fáa pedagogar til arbeiðis á stovnum, har lív og heilsa stendur í váða.
- Vit hava fingið eitt svar um, at tey ikki kunnu góðtaka uppskotið. Í staðin heita tey á Fíggjarmálaráðið at koma aftur til samráðingarborðið, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.
Fyrr í dag segði Edvard Heen, at um stovnurin ikki fekk undantaksloyvi, so varð helst neyðugt at royna tað í Fasta Gerðarrættinum. Men tað er Fíggjarmálaráðið, ið tekur avgerð um tað.
- Nú eigur Fíggjarmálaráðið avgerðina um hvat næsta stig verður. Um tað verður Fasti Gerðarrætturin ella nýggjar samráðingar, sigur Edvard Heen.
Stjórin í Almannaverkinum upplýsir, at tey í gjár fingu nøkur einstøk undantøk, men at tað er ikki nokk at tryggja lív og heilsu hjá búfólkum.
- Vit fingu onkur einstøk undantøk í gjár, men tað hjálpir ikki upp á heildini, har tað stendur um lívs og heilsu. Tað kunna vit ikki góðtaka, sigur Edvard Heen.
Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, segði við in.fo fyrr í dag, at felagið var ikki sinnað at veita nakað undantaksloyvi, og at Fíggjarmálaráðið eigur ábyrgdina, um tað stendur um lív og heilsu.










