TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við áleyparan hjá KÍ, Páll A. Klettskarð aftaná Páll saman við liðfeløgunum hevði tapt 2-4 ímóti 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági. Páll A. Klettskarð javnaði annars til 2-2 stutt undan steðginum.
Páll A. Klettskarð staðfestir, at 07 Vestur við Ken Fagerberg og Sonny Jacobsen hevur sterkar áleyparar, og megnar eitt lið ikki at steðga sterka álopinum hjá 07 Vestur, so kemur ein í stórar trupuleikar.
Fyri Páll A. Klettskarð er tað eitt stórt vónbrot, at KÍ hevði so nógv spæl og málmøguleikar sum í dag, og endar við at tapa 2-4.
Páll A. Klettskarð slær tó fast, at KÍ ætlar at stríðast fyri at endurtryggja sær silvurkrónurnar í teimum báðum seinastu dystunum, ið eru ímóti Suðringum heima og NSÍ á útivølli.
HERber til at hoyra samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við høvuðsvenjaran hjá 07 Vestur, Sigtór Petersen.