Fingu ikki staðfest hví eldur kom í

Løgreglan hevur lokað málið um eldin í Havn leygarmorgunin

Tað er nú greitt, at vit fáa ikki at vita, hví eldur kom í eina ruskbingju hjá Mest fríggjanáttina.

 

Tað var fríggjanáttina, at fólk, sum vóru uppi við Landsbókasavnið, ringdi til løgregluna og boðaði frá eldi niðri á Mest. Tá ið sløkkiliðið kom á staðið, vísti tað seg at tað var í eini ruskbingju, at eldur var komin í.

 

Eldurin var lutfalsliga stórur, men tað gekk væl at sløkkja og ongin skaði hendi. Men tað var heppið, at tað gekk so væl, tí beint við stóru fleiri dunkar við spillolju, og breiddi eldurin seg til teir, kundi skaðin verðið størri.

 

Løgreglan ætlaði at kanna, hví eldur kom í, men nú siga løgreglan, at tey eru givin við kanningunum, uttan at fáa staðfest nakað um orsøkina.

 

Tey siga, at bingjan er hálv í vatni enn, og at alt, sum var í henni, er brent, so tað er onki eftir at kanna, og sum umstøðurnar eru, verður tískil ikki gjørt meiri við málið.

 

Les eisini. Tað gekk skjótt at sløkkja eldin