Annar av framherjunum hjá TB, Hallur Christiansen, helt eftir dystin, at TB kanska hevði undirmettt B71 undan dystinum, og at tað kostaði teimum dýrt.
- Vit taka kanska ikki uppgávuna í nóg stórum álvara, og vit spældu í alt ov lágum tempo, haldi eg. Eg haldi eisini, at vit í alt ov stóran mun høvdu hug til at leypa miðjuna um, og av tí sama gjørdust vit ikki nóg vandamiklir, segði Hallur Christiansen.
- Somuleiðis fingu vit ongantíð glið á spælið hjá okkum, og teir stóðu væl á vøllinum og góvu okkum ikki nógvar møguleikar, segði ungi framherjin eftir dystin.










