Í gjárkvøldið ringdu fólk í einum grannalagi í Havn til løgregluna at kæra sína neyð um, at tey fingu ikki sovið fyri einum motori, sum larmaði so illa.
Talan var um ein motor, sum gjørdi neyðstreym og hann var farin ígongd í sambandi við, at ólag var á streyminum í gjárkvøldið. Og hann larmaði so illa, at fólk fingu ikki sovið.
Av einhvørjari orsøk steðgaði hann ikki aftur, hóast streymurin kom aftur, so fólk fóru á staðið at steðga honum, so tað varð skjótt, at náttarfriður valdaði aftur.









