Fingu ikki rudda fyri kava

Sjáldan áður man ein ruddingardagur í mai hava verið útsettur vegna kava.

 

Tað man hava verið sjáldan, at ein ruddingardagur, lýstur at vera so seint sum 9. mai, hevur verið útsettur vegna kava.

 

Men, í ár hendi tað so. Sunda kommuna hevði lýst til ruddingardag í gjár, leygardagin 9. mai, men noyddist dagin fyri at boða frá, at ruddingardagurin er útsettur.

 

- Ruddingardagurin er fyribils útsettur vegna kava. Sama er við teimum tiltøkum, ið lýst hevur verið við, eitt nú ókeypis svimjing og fyrilestur.

  

Sunda kommuna fer at lýsa til nýggjan ruddingardag í kommununi, og tá verða ætlaðu tiltøkini eisini á skrá.