Tað er ikki lætt at vera øllum til vildar.
Tað máttu fólk, sum ruddaðu kava av vegnum í nátt, ásannað.
Verður tað gjørt ov lítið við at rudda kava, illneitast summi inn tað. Men verða vegirnir ruddaðir ólagaligar tíðir á degnum, fellur tað eisini summum fyri bróstið.
Í nátt fekk løgreglan boð um, at ein kavaruddari helt slíkan gang, at tey fingu ikki náttarfrið.
Tey vóru í ferð við at rudda rundan um SMS og tað larmaði so illa, at løgreglan varð boðsend, tí tað fekst ikki náttarfriður.
Løgreglan og tey sum ruddaðu kava, tosaðu saman og tey hildu upp at at rudda
Tað annars verið avbera hált í gjárkvøldið og í nátt, men løgreglan sigur, at ongar fráboðanir eru komnar um óhapp, uttan eitt, har ein bilførari misti tamarhaldið á bilinum í Kollafjarðardali í gjárkvøldið, og fór útav. Men eingin stórvegis skaði stóðst av óhappinum.










