Kommunular útbyggingar
Tað kom ikki nógv nýtt fram á fundinum ímillum Fíggjarmálastýrið og Kommunusamskipan Føroya í farnu viku.
Partarnir høvdu fund í Suðuroy í farnu viku at tosa um, hvussu nógv kommunurnar kundu byggja út fyri komandu ár.
Í Kommunuskipanini eru tær seks býarkommunurnar í landinum og tær vilja fegnar byggja meiri út komandu ár, enn tær sleppa at byggja út fyri í ár.
Fíggjarmálastýrið hevur ásett, at í ár kunnu kommunurnar byggja út fyri tilsamans 180 milliónir. Handan upphæddin verður so býtt sundur ímillum teir einstøku kommunurnar eftir fólkatalinum.
Jógvan Krosslá, formaður í Kommunusamskipanini sigur, at á fundinum í farnu viku gjørdi Fíggjarmálastýrið greitt, at komandi ár bleiv karmurin ikki stórt hægri enn hann er í ár. Sostatt kunnu kommunurnar heldur ikki næsta ár vænta at sleppa at byggja út fyri meiri enn einar 180 milliónir.
Hetta er eitt haft um beinið á fleiri kommununum, tí tær hava bæði ráð og tørv á at byggja meiri út, enn tær sleppa undir treytunum, sum nú eru.
Kommunusamskipanin hevur tí skotið upp, at havnarbygging verður tikin burturúr karmunum, so at kommunurnar kunnu byggja havnir afturat teimum 180 milliónunum.
?Havnarútbyggingar eru rættiliga dýrar og hevði tað borið til at lagt tær út um karmin, hevði tað verið ein stórur bati, sigur formaðurin.
Jógvan Krosslá sigur, at á fundinum fingu kommurnar onki beinleiðis svar frá Fíggjarmálastýrinum.
?Fíggjarmálastýrið hevði fyrst og fremst ætlað at hoyra okkara sjónarmið og tað fingu teir so høvi til.
Hann væntar, at svar kemur aftur frá landsstýrinum í næstu framtíð.