ÍSF er einasti parturin innan ítróttin, sum er hoyrdur í nýggja skattamálinum, og hóast Heðin Mortensen, ÍSF-forseti, ikki er heilt nøgdur, so staðfestir hann, at hetta var tað frægasta, sum kundi fáast burturúr.
- Eg veit væl, at hetta gevur trupulleikar hjá dómarunum, sum døma mest. Men hetta er politikkarar, sum vit fáast við, og tá er ikki altíð eins lætt at fáa sín vilja. Trupulleikin er jú eisini, at talan hevur verið um eitt øki, har lógarverkið als ikki var nøktandi, og tí hava vit roynt at fingið skipað viðurskifti á økinum. Tann partin hevur tað so eydnast at fáa upp á pláss, men eg eri púrasta samdur í, at markið fyri samsýningum væl kundi verið hægri, sigur Heðin Mortensen.