Óhappið hendi, tá ein bilur, sum var á veg inn eftir fjørðinum misti tamarhaldið og stoytti saman við ein mótkoyrandi bil.
Tað sá ógvusligt út, og fýra sjúkrabilar og fleiri politibilar og hjálparbilar komu á staðið.
Fimm fólk vóru í bilunum, eini foreldur og trý fólk í øðrum, og tvey vaksin í hinum. Sambært politinum fingu fólkini ikki álvarsligar løstir.
Stoyturin var so mikið harður, at motorurin fleyg úr øðrum bilinum og endaði fleiri metrar frá bilinum, har hann stóð kílaður undir bilverjuni.