Jón Nielsen hjá 07 Vestur var vónbrotin, men hann tóktist avkláraður um støðuna, tá tað eftir dystin í Klaksvík kundi staðfestast, at 07 Vestur verður annar av niðurflytarunum í ár.
- Vit høvdu ov lítið at bjóða uppá í dag, og tað var nokk uppiborið, at KÍ vann dystin.
Fyri einum trimum umførum síðani tóktist tað, sum vóru tit veruliga ígongd við eina bjargingarroynd. Kiksaði hon, tá tit mistu sigurin móti ÍF seinast?
- Eg haldi, at hon steðgaði upp undan hesum. Til dømis mistu vit eisini sigurin, tá vit spældu móti NSÍ. Eg haldi, at prátið, sum gekk um, at vit nú vóru í ferð við at bjarga okkum, fekk armarnar hjá spælarunum upp, og vit hava ikki fingið armarnar niður aftur síðani. Vit arbeiða ikki sum eitt lið, men dúva upp á einmansavrik og langar bóltar, og tað er tað, sum oyðileggur okkum í løtuni, segði Jón Nielsen.
Tit hava nú tveir dystir eftir at spæla í ár. Hvussu er motivatiónin til hesar dystirnar?
- Um hon er tann sama, sum hon var í dag, so er hon øgiliga vánalig. Her er ov lítil vinnaramentalitetur og stríðsvilji í løtuni. Eg hopi bara tað, at menn fara at spæla fyri at vinna og fyri at hava tað stuttligt í seinastu dystunum, segði Jón Nielsen.










