Fingu hemara við tráðu

Fimm ungir havnamenn fingu á ein heldur óvanligan hátt ein hemara, tá teir royndu eystan fyri Nólsoynna. Við eini tráðu, eydnaðist tað teimum at fáa ein stóran hemara

Fimm ungir havnamenn fingu mánadagin ein hemara á ein heldur óvanligan hátt. Havnarmenninir vóru royndu við bátinum, Møn, eystan fyri Nólsoynna, og tá teir løgdu at Ískeini í Havn um trý-tíðina mánadagin, kundu teir breggja sær av, at teir høvdu ein stóran hemara á dekkinum.
Tað er ikki tí, at hemari er heilt óvanligur á okkara leiðum, men tað var meira hátturin, ungu havnarmenninir fingu hemaran til høldar, ið er forvitnisligur og ókendur í Føroyum.
Hemari er rovfískur og ikki lítil í stødd, men kortini eydnaðist tað monnunum á Møn at fáa hann við eini tráðu. Teir høvdu ein tríggjar metur langan veir í húkinum, sum hjálpti teimum at fáa hemaran til høldar. Í Føroyum er ikki óvanligt at vera á hemaraveiðu við línu, men fáur hevur áður hoyrt um hemaraveiðu við tráðu.

240 pund
Teir fimm havnamenninir nýttu heili tveir tímar frá tí, at teir fingu hemaran at bíta til hann endiliga lá í bátinum. Henda tíðin varð nýtt til at troytta hemaran, so hann at enda mátti geva seg yvir, og kundi fáast inn í bátin. Hemarin vigaði 240 pund. Havnarmenninir nýttu laks sum agn