Fingu hemara í Vestmannasundi

Teir fóru í bát at hyggja eftir seyði, men komu aftur við einum stórum hemara, sum vigaði 207 pund. Eftir venjing sunnukvøldið fóru tríggir ungir menn, sum rógva við kappróðrarbátinum Kvívíkingi, í glastrevjabátin Liljan at hyggja eftir seyði í Skorunum í Vestmanna.

Menninir vóru Brandur Isaksen, John Martin Andreasen og Bjartur Tórhalsson.

Ætlanin hjá hesum trimum monnunum var slett ikki at fara at fiska, men tá teir komu nakað norður í Vestmannasund, sóu teir ein hemara í vatnskorpuni.

- Vit hava allir tríggir roynt eftir hemara áður, men hava ongantíð fingið nakran. Í bátinum var hemarahúkur, sum var festur í ein teym úr weiri. Vit egndu makrel á húkin, og hemarin tók.

Tað sigur Bjartur Tórhalsson, sum var ein av monnunum í bátinum Liljan.

- Weir-teymurin hevði bert eina stóra teymalongd, men síðan knýttu vit endan á teyminum upp í ein standara, sum síðan var festur í eina boyu. Úr boyuni høvdu vit so aftur ein standara inn í bátin.

Bjartur sigur, at í fyrstuni, tá hemarin hevði tikið, visti hann líka sum ikki av, at hann var fastur.

- Men tá stóri fiskurin fann út av, at hann var fastur í teyminum, leikaði hann øgiligt í og setti nógv á. Hann fór undir við boyuni, og eg haldi, at hann mundi hava boyuna undir í eitt korter ella so. Samstundis hálaði hann einar 30-40 favnar av standara úr bátinum.

Bjartur Tórhalsson sigur, at hetta var ein ógvuliga spennandi løta, og tað mundi taka teimum umleið ein hálvan tíma at fáa lívið av hemaranum, sum vigaði 207 pund.