Fingu heiðurslønir fyri barna- og ungdómsarbeiði

Blákross Ungdómur, CISV Altjóða Barnalegur og Frælsið fingu heiðurslønirnar frá FUR

Á landsfundinum hjá Føroya Ungdómsráð (FUR) 30. mars 2019 vóru tríggjar heiðurslønir latnar til eldsálir innan sjálvboðið barna- og ungdómsarbeiði í Føroyum.

Formaðurin í FUR, Rói B. Poulsen handaði heiðurslønir til verkætlanina Øll hava rætt til góða barnaár hjá Blákross Ungdómi, til Anniku Eidesgaard, skrivara hjá CISV Altjóða Barnalegur, og til Martin Kúrberg, leiðara á viðgerðarheiminum Frælsið á Eiði.

Verkætlanin Øll hava rætt til góða barnaár hjá Blákross Ungdómi fekk heiðursløn fyri, at bjóða børnum og ungum, ið hava foreldur við rúsdrekka- ella rúsevnistrupulleikum samrøður í bólkum. Fólk flest í samfelagnum eru bangin fyri, at seta orð á trupulleikan, og tí kunna hesi børn og ungu føla, at tey ongastaðni hava at venda sær.

Verkætlanin er eitt trygt stað, sum ger stóran mun í lívinum hjá hesum børnum, ungum og familjum teirra.

Annika Eidesgaard, skrivari hjá CISV Annika Eidesgaard fekk heiðursløn fyri, at hava gjørt eitt megnar arbeiði at fyriskipa atljóða CISV legur, bæði tá legur hava verið í Føroyum og eisini, tá Føroyar senda børn og ung aðrastaðni.

Børn og ung hava fingið upplivingar fyri lívið og hava knýtt vinarsambond kring allan heimin.

##med2##

Martin Kúrberg, leiðari av viðgerðarheimi til ung Martin Kúrberg er leiðari av viðgerðarheiminum Frælsið á Eiði, sum er eitt avvenjingartilboð fyri ungdóm í aldrinum 18-24 ár, sum eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum.

Martin Kúrberg fekk heiðursløn fyri at vera ein brennandi eldsál at hjálpa ungum, sum eru bundin av rúsevnum. Martin er ein fyrimynd fyri øll ung um, at tað er ein vón fyri ung við rúsevnistrupulleikum og at vit hava eina samfelagsliga skyldu, til at hjálpa øðrum.

FUR er felagsumboð fyri landsumfatandi barna- og ungdómsfelagsskapir í Føroyum - 54 barna- og ungdómsfelagsskapir, harav 22 limafeløg og 32 lokalfeløg.

FUR umboðar umleið 4.000 børn og ung í Føroyum, sum eru virkin í sjálvbodnum felagsskapum við fjølbroyttum frítíðarvirksemi innan sjónleik, tónleik, føroyskan dans, kórsang, fráhaldsvirksemi, politisk ungmannafeløg, mannarættindi, kristiligt barna- og ungdómsvirksemi, millumlanda barnalegur, lestrarumbýti, skótar og annað barna- og ungdómsarbeiði kring alt landið.

Heiðursløn FURs er eitt heiðursbræv og ein heiðursløn uppá millum kr. 5.000 - 10.000.