Tríggir av teimum fýra monnunum, sum í gjár vóru í grundlógaravhoyring fyri at hava smuglað tvey kilo av hassji til Føroya við Norrønu mánadagin, hava longu finigð sín dóm.
Tríggir av teimum fýra noktaðu seg sekar í gjár, men eftir at annar føroyingur játtaði seg sekan, hava báðir danirnir gjørt tað sama, og teir vórðu dømdir seks mánaða fongsulsrevsing. Teir vórðu latnir leysir, tí teir skulu sita seinni.
Føroyingurin, sum játtaði seg sekan, varð eisini latin leysur. Hann fekk fýra mánaða fongsulsrevsing og skal sum danirnir sita dómin seinni.
Hin føroyingurin helt fast við, at hann var ósekur. Hansara varðhaldsfongsling varð long við tríggjr ferðir 24 tímum.