Fingu grøna gávu fyri at halda Havnina reina

- Tit eru sjónlig í tykkara yrki, og eggja øðrum borgarunum at geva umhvørvinum ans, og at varða um tað.

Tað segði Sigrún Mohr, næstforkvinna í teknisku nevnd í Tórshavnar Býráði, tá ið hon í kvøld handaði Reinhaldinum hjá Tórshavnar kommunu, Grønu gávuna frá matstovuni Etika.

Gávan er ein kekkur á góðar 46.000 krónur

Metingarnevndin, ið ger av, hvør skal fáa gávuna, er mannað við umboðum fyri Umhvørvisstovuna, Agenda 21-stovuna og Heilsu- og Umhvørvisdeildina hjá Tórshavnar kommunu.

Metingarnevndin gevur Reinhaldinum hjá Tórshavnar Kommunu hetta skoðsmálið.

- Tit eru ein býarmynd ið er virkin uttandura nærum hvønn dag í árinum og í øllum veðri.

Tit halda býin reinan, tí tit taka tað upp, onnur tveita frá sær, og beina tað burtur.

- At rusk ikki liggur og rekst, og fólk tí ikki ilskast um tað, er tí at tit røkja tykkara yrki til lítar.

Tí fáa tey í Reinhaldinum eitt væl unt herðaklapp í virðing fyri teirra yrki og tí stóra týdningi tað hevur fyri umhvørvið og trivnaðin í býnum.

Hetta er fjórða árið á rað, at matstovan Etika letur Grønu gávuna. Í hesum sambandi fara 20 krónur av hvørjari kannu av kranavatni, tey selja í matstovuni, til endamálið, og einaferð um árið verður upphæddin latin fólki, felagsskapi ella stovni, ið fremur eitthvørt serstakt fyri einum betri umhvørvi.

Myndin er av teimum í Reinhaldinum, sum tóku ímóti gávuni