Við steypasigrinum fyri nærum tveimum vikum síðani munnu tey flestu vera samd um, at árið hjá EB/Streymi er mest sum bjargað.
Men hóast hetta, so fegnaðust teir á felagsliðnum um stigini, sum vórðu vunnin í Gøtu sunnudagin.
- Tað, sum vit kanska eru fegnastir um, er, at vit veruliga fingu glið á spælið seinna partin av dystinum. Fyri tað mesta hevur spælið hjá okkum als ikki koyrt nóg væl í ár, men hetta líka sum prógvaði, at vit enn duga, heldur Egil á Bø.
Og hann slær fast, at enn hevur EB/Streymur nógv at spæla fyri. Eisini hóast europiska luttøkan longu er tryggjað.
- Nú vilja vit hava ein góðan endaspurt. Líkamikið, hvussu langt tað røkkur, so vil tað vera eitt sera gott punktum fyri árið, um vit gera eitt gott hál seinastu dystirnar.
Saman við HB, so er tað fyrst og fremst bronsan, sum EB/Streymur hevur at spæla fyri. Men hóast hóast teir als ikki vilja tosa um heiðursmerki av nøkrum slag, so vóna teir i EB/Streymi sjálvsagt tað besta.
- Tað mugu vit bara síggja. Vit taka ein dyst í senn, og hóast munurin er átta stig, so kann nógv henda. Eg trúgvi nú ikki, at bæði B36 og NSÍ fara at snáva so øgiliga nógv. Men rennur annað av teimum seg í nøkur vánalig úrslit, so er kanska møguleiki at toga seg enn longur upp. Men tað er so ikki upp til okkum. Vit kunnu bara gera okkara, og her ræður fyrst og fremst um at gera eitt gott arbeiði seinastu dystirnar av kappingarárinum, heldur Egil.










