Fingu góð ummæli fyri U16 EM-kappingina (FM1)

(FM1) Hoyr eina longra samrøðu við formannin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina longri samrøðu flogbóltsreportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen hevur gjørt við formannin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen.

 

Magnus Tausen kann gleðiliga staðfesta, at Føroyar enn einaferð stóðu royndina at skipa fyri einari altjóða kapping í flogbólti. 

 

Tey í FBF hava fingið góðar afturmeldingar frá svenska, danska, írska, íslendska og norska hópinum, ið kappaðust í U16 EM-kapping í kvinnuflogbólti í høllini á Hálsi í Havn fyrst í januar mánað.

 

Í samrøðuni vendu Óli G. Samuelsen eisini U17 EM-kappingina í mansflogbólti, ið er í Finnlandi hetta vikuskiftið. Prátað var eisini um umstøður og karmar til altjóða kappingar í flogbólti.