Fingu fyribyrgt oljudálking

Tað eydnaðist bretsku sjóverjuni at forða fyri einum oljuleka, tá ein sleipibátur fór at leka úti fyri ensku útsynningsstrondini í gjárkvøldið. Umleið 200 tons av dieselolju vóru í bátinum.

Sjóverjan sigur, at sleipibáturin «Christos 22» var á veg úr Týsklandi til Turkalands við einum skipi upp á sleip. Tá skipini royndu at kasta akker úti fyri Hope's Nose við Devon, vildi so illa til, at tey stoyttu saman. Hol kom á sleipibátin, men tað eydnaðist tveimum skipum hjá bretska herflotanum at forða fyri, at hann sakk. Herskipini fingu eisini fatur á hinum skipinum.

Ein talsmaður fyri teir lokalu myndugleikarnar sigur, at tað kundi endað sum ein dálkingarvanlukka, um sleipibáturin fór á land. Økið við Hope's Nose er væl umtókt ferðapláss, og har er eisini nógvur sjófuglur.