Verkfall
Mánadagin hevði Havbúnaðarfelagið fund við politikarar um støðuna í alivinnuni, nú verkfall er.
Tað heldur Ingeborg Vinther lítið um.
?Men hetta er kanska tøkkin fyri at vit hava verið so lagalig ímóti alivinnuni, hóast vit hava verið í verkfalli.
Hon sigur, at hóast arbeiðarafeløgini hava verið í verið í verkfalli, hava tey givið alivinnuni so lagaligar sømdir, sum ongantíð fyrr í nøkrum verkfalli.
Hon sigur, at alivinnan hevur fingið undantøk at taka sjúkan fisk og at fáa hann á frystigoymslu, so vit hava roynt tað, sum vit kunnu fyri at gera trupulleikarnar hjá alivinnuni so avmarkaðar sum gjørligt. Og so góðar sømdir, sum alivinnan hevur fingið hesuferð, hevur hon ongantíð fingið fyrr og vit hava verið so lagalig, sum vit yvirhøvur kunnu vera undir einum verkfalli.
?Men vit mugu so bara staðfesta, at takkarlønin er, at Havbúnaðarfelagið fer til politisku myndugleikarnar í eini roynd at fáa teir at leggja uppí okkara verkfall, sigur Ingeborg Vinther.
Hon heldur eisini, at tað er hugvekjandi, at hvørja ferð, verkfall er, veksa trupulleikar við sjúkum fiski og ILA.
Fingu ein tíma at svara
Hon heldur eisini, at tað er nógv fyri, at havbúnaðarfelagið alment fýlist á, at tað ikki hevur fingið svar frá arbeiðarafeløgunum í verkfalli upp á eina umsókn um at víðka undantaksloyvi til eisini at flyta alifisk av landinum.
? Veruleikin er, at tað vsr omøguligt at svara.
IngeborgVinther sigur, at tey fingu umsóknina frá Havbúnaðarfelagnum klokkan 13 mánadagin og felagið kravdi at fáa svar longu sama klokkan 14, ella ein tíma seinni.
?Tað haldi eg er toppmált, tí Havbúnaðarfelagið veit, at tað er ómøguligt. Vit eru fimm feløg, sum eru í verkfalli og ein slík umsókn skal viðgerast av øllum feløgunum og sostatt tekur tað sína tíð at fáa tað viðgjørt. Tí høvdu vit ongan livandi kans at svara.
?Men havbúnaðarfelagið hevur nú fingið tað at ljóða sum um at vit ikki hava viljað svarað og tí vendu tað sær til politikararnar fyri at fáa teir at leggja uppí.
Ingeborg Vinther sigur annars, at nú blivu samráðingar við arbeiðsgevararnar í gjár og tí hava tey ikki viðgjørt umsóknina frá Havbúnaðarfelagnum fyrrenn tey vita úrslitið av teimum samráðingunum.










