Ódnirnar hesa síðstu vikuna, fara at kosta teimum báðum tryggingarfeløgunum einar 27 milliónir krónur
Tað siga tey bæði tryggingarfeløgini.
Tølini skulu tó takast við eitt sindur av fyrivarni, tí summir skaðar eru ikki mettir og heilt nágreiniligt yvirlit yvir kostnaðin fæst ikki, fyrrenn skaðarnir eru umvældir
Tilsamans hava tryggingarfeløgini fingið 1.650 skaðar.
Regin Hammer á Tryggingarfelagnum Føroym, sigur, at eftir tær báðar ódnirnar um vikuskiftið, fekk Tryggingarfelagið fráboðanir um 1.100 skaðar, sum tilsamans fara at kosta Tryggingini einar 15 milliónir krónur.
Men eftir ódnarveðrið í hesi vikuni komu 100 fráboðanir afturat, sum verða mettir at kosta tvær milliónir krónur.
Sostatt hevur Tryggingarfelagið Føroyar fingið tilsamans 1.200 skaðafráboðanir eftir ódninar, sum hava herjað í hesum umfari.
Janus Thomsen, stjóri á Trygd, sigur, at har fingu tey 422 skaðafráboðanir eftir ódnirnar um vikuskifti, men eftir ódnarveðrið mitt í vikuni, komu nakrar fráboðanir afturat.
Tilsamans hava vit fingið 450 fráboðanir um skaða og tilsamans fara teir at kosta okkum einar 10 milliónir, sigur Janus Thomsen.
Hóast hetta ljóðar av miklum, hava bæði Tryggingarfeløgini verið í verri vási enn hesum.
Í tiltiknu ódnarveðrinum í 2011 fekk Tryggingarfelagið Føroyar heilar 3.000 skaðafráboðanir, sum tilsamans kostaðu felagnum 50 milliónir krónur.
Og í sama ódnarveðrið fekk Trygd fráboðan um 1.425 skaðafráboðanir, sum tilsamans kostaðu felagnum einar 30 milliónir krónur.
Myndin er av Tølthøllini í Havnardali, sum fekk skaða í storminum hósdagin og sum er ein av teimum stóru skaðunum í ódnunum í hesum umfari.
|