Í gjár varð løgreglan runt umkring á Streymoynni við ferðmátaranum og í kjalarvørrinum á tí vóru tað fleiri bilførarar, sum fingu bót fyri at koyra ov skjótt. Onkur av teimum koyrdu so mikið skjótt, at teir fingu eisini klipp í koyrikortið.
Men serliga hjá tveimum blaðungum bilførarum gekk galið. Bilførarar, sum hava havt koyrikort styttri enn trý ár, eru undir strangari reglum enn bilførarar eru, sum hava havt koyrikort longri, tí tað skal minni til, áðrenn hamarin fellur ordiliga.
Í gjár vórðu tveir blaðungir bilførarar, 19 – 20 ára gamlir, tiknir fyri at koyra ávikavist 85 og 86 kilometrar um tíman í bygdum øki, har tað annars bara er loyvt at koyra 50. Og avleiðingin av tí, er, at teir fáa koyriforboð. Tað merkir, at teir sleppa ikki í bil aftur, fyrr enn teir hava tikið koyrikortið av nýggjum. Harumframt fáa teir bót fyri at hava koyrt ov skjótt