Fingu forðað fyri at eldur kom í

Tá ið heimahjálpin kom í eini hús í Havn, luktaði brent

Á miðdegi í varð ringt til løgregluna at boða frá, at tað var helst var eldur í einum húsum. Húsfólkini vóru eldri fólk og tá ið heimahjálpin kom á gátt, varnaðust tey, at tað luktaði brent. Tey sóu, at roykurin kom úr einum kamarið, so tey ringdu til løgregluna, sum síðani boðaði sløkkiliðnum frá.

Tað vísti seg, at talan var um ein kodda, sum var komin at liggja upp at eini seingjarlampu við eini halogenperu í. Tær verða rættiliga heitar og tær høvdu fest í koddan. Talan var ikki um opnan eld enn, men koddin gløddi og tað stóðst nógvur roykur frá tí. Men tað eydnaðist so at sløkkja, áðrenn eldurin festi í av álvara og sostatt var skaðin avmarkaður.