Fingu fjøldina í kók

Páll Finnur Páll megnaðu tað, eingin annar kláraði á Futt í Býin. Fjøldin kókaði, og tað var ónærisligt og fúlt fyri allar pengarnar

Nú eru eftirhondini langtsíðani Páll Finnur Páll vóru á palli. Tískil var lagt upp til eitt stórsligið comeback, tá teir trinu inn á stóra pallin. Undan framførsluni var longu ein stór fjøld møtt upp við stóra pallin, og James Olsen fekk veruliga lív í fjøldina, áðrenn Páll Finnur Páll tóku við.


Framførslan sjálv var framúr góð. Fjøldin kókaði undir allari konsertini, og tað er sera sjálvdan, at nakar bólkur klárar at halda eitt slíkt støði undir einari heilari konsert. Við kendum løgum so sum “Gulldaman”, “Herbergið” og “Forelskaður Sjónleikari” bergtóku teir enn einaferð áhoyrarnar við eini rúgvu av power í framførsluni.


Ljóðið til hesa konsertina var framúr gott, og tískil fingu áhoyrarnir fullan valuta fyri pengarnar. Enntá var tað so galið, at Páll Finnur Páll vóru noyddir at spæla eitt eykalag eftir at teir upprunaliga áttu at verða lidnir.


Tað stutta av tí langa er, at hetta var besta konsertin á kvøldinum.