Fingu fisk á Norðhavinum í dag

Leygardagur er, og fleiri hava verið á Norðhavinum við snellu, eins og fleiri hava verið leygardagstúr á øðrum leiðum.

 

Hóast illveður í gjár, royndist ein stórur partur av degnum í dag væl til veður. Leygardagur er, og fleiri hava verið á Norðhavinum við snellu, eins og fleiri hava verið á øðrum leiðum.

 

Tað er serliga norðan fyri, at snellufiskur hevur verið at fingið í seinastuni, og tað eru útróðrarmenn, sum longu nú hava gjørt góðar túrar, tó at februar bara stívliga er hálvrunnin.

 

In.fo hevur skift orð við mann, sum hevur verið við snellu á Norðhavinum í dag, og hóast hesin var seinur norður á leiðirnar, tí hann hevði langan veg norður, gav dagurin kortini 1200 pund.

 

Maðurin sigur, at hann hoyrdi um onkrar bátar, sum høvdu bæði 2200 og 2400 pund, og hann heldur tað vera væl hugsandi, at onkur hevði meira enn tað.

 

- Tað var nógvur bátur at síggja norðan fyri í dag, og veðrið var gott, til eg fór at stima aftur til lands. Eg var ikki heima fyrr enn klokkan 19 í kvøld, sigur útróðrarmaðurin.