Fingu eitt minni fyri lívið

- Showið var ein stór uppliving og hvørja krónu vert, sigur Tórbera S. Joensen, sum í gjárkvøldið var til stóru finaluna í Eurovision 2014

Millum mongu áskoðararnar til altjóða Melodi Grand Prix, sum varð hildið í Keypmannahavn í gjárkvøldið, vóru fleiri føroyingar.

 

 

Ein teirra var Tórbera S. Joensen, sum er stórur fjeppari av Eurovision.

 

 

- Eg havi hugt eftir Eurovision síðani einaferð í 80unum, og tað hevur altíð verið ein týdningarmikil siðvenja hjá familju og vinfólki at hyggja eftir finaluni og hugna sær saman tað kvøldið, sigur Tórbera S. Joensen, sum var til stóra finalubrakið saman við vinkonuni Ingun Midjord.

 

 

Tað var annars um reppið, at tær báðar vinkonurnar fingu atgongumerki til Eurovision 2014.

 

 

- Leingi royndu vit at fáa atgongumerki, men tað eydnaðist ongantíð, og vit endaðu tí á einum bíðilist. Eina viku áðrenn finaluna fingu vit so boð um, at tvey atgonumerki vóru tøk, greiðir Tórbera S. Joensen frá.

 

 

Undir stóra showinum í gjárkvøldið stóðu tær báðar føroysku vinkonurnar á umleið fjórðu røð frá pallinum, og tískil sóu tær allar framførslurnar heilt tætt.

 

 

- Tað var fantastiskt at standa har á gólvinum og uppliva alt beint framman fyri sær og ikki á einum sjónvarpsskíggja. Stemningurin var í topp, og øll vóru glað og við upp á tað, sigur Tórbera S. Joensen og leggur afturat:

 

 

- Tað einasta, sum setti eitt sindur av einum dempara upp á tað heila, var, at summi fólk buhaðu eftir Russlandi, sjálvt um hann, sum stýrdi shownum, fleiri ferðir nevndi, at øll skuld gloyma alt um politik í kvøld og ístaðin bara hugna sær, fortelur Tórbera S. Joensen.

 

 

Fyri stóra Eurovision fjepparan var kvøldið í gjár heilt serligt.

 

 

- Tað var eitt minni fyri lívið og var hvørja krónu vert. Tað var so stuttligt at síggja øll fólkini, sum høvdu gjørt nógv burturúr við eitt nú smyrsli og klæðum, og tað var bara sum heild ein stór, festilig veitsla, sigur Tórbera S. Joensen.