Finn Ludvig og Alex Johannesen vóru trý stig frá bronsuni í kappingini í olympiskum trap úti á skjótibreytini í dag.
Finn Ludvig og Alex Johannesen fingu samanlagt 163 stig. Liðið hjá Gibraltar fekk eisini 163 stig, so talan er um eitt deilt fjórða pláss.
Menorka vann kappingina við 174 stigum. Sark fekk eitt flott annað pláss við 171 stigum og Oyggin Man á triðja plássi fekk 166 stig.
Her ber til at síggja eina løtu frá kappingini. Tað er Finn Ludvig sum sæst skjóta:
##med2##