Tróndur í Gøtu, sum kom á Fuglafjørð tíðliga í morgun við 2600 tonsum av svartkjafti, hevur fingið meginpartin av veiðini vestur úr Írlandi.
Men, tað seinasta, sum teir fingu á hesum túrinum, varð fiskað sunnast í føroyskum sjógvi.
Tað veit reiðaríið Varðin í Gøtu at siga. Lagt verður aftrat, at veðrið hevur verið gott henda túrin, og manningin á Tróndi í Gøtu visti eisini at siga, at fýra føroysk skip royna vestur úr Hebridunum.
Skipini høvdu hampiligan fiskiskap, og støddin á svartkjafftinum var betri her norðuri enn longu suðuri.
Reiðaríið vísir eisini til heimasíðuna jn.fo, sum veit at siga, at føroysku skipini, sum royna á leiðini vestur úr Hebridunum, eru Næraberg, Jupiter, Fagraberg og Christian í Grótinum.
Á leiðini vestur úr Írlandi royna Finnur Fríði og Tummas T, sum Varðin í Gøtu eisini eigur.
Viðhefta mynd, sum reiðaríið í Gøtu eigur, er tikin í morgun, tá Tróndur í Gøtu var á veg inn á Fuglafjørð, har veiðan henda túrin verður løgd upp til Havsbrún.