Fingu eina ávaring í Hovstunlinum

Ein arbeiðsmaður í Hovstunlinum fór á sjúkrahúsið, tá ið grót rapaði á hann, men hann slapp við skelkinum


Arbeiðsóhapp
 
Eitt arbeiðsóhapp í Hovstunlinum á miðdegi í dag, gjørdi, at ein maður noyddust á Suðuroyar Sjúkrahús til kanningar.
Tað hendi eftir at niður á hann undan loftinum.
Hann var ikki einsamallur har tað rapaði, men bara hann fekk grót omanyvir seg. Hildið var at vera ráðiligast at senda boð eftir sjúkrabili og hann kom á staðið og flutti mannin á sjúkrahúsið til kanningar.
Men tíbetur var maðurin avbera heppin, tí hann fekk bara smávegis snuddir, so hann slapp við skelkinum. 
Hann kom aftur á arbeiðsplássið, men hevur fingið blá merki og fór heim.
­ - Vit vóru sera heppin ásannar ein maður hjá Ìstak fyri Portalinum.
Tað kemur ikki óvart á tey, sum arbeiða í tunlinum, at fallið er sera vánaligt teir fyrstu 100 metrarnar, ella so og í dag fekk arbeiðsfólkið so eina ávaring um, hvat kann henda. Tá ið tey eru komin innum hetta fyrsta pettið, verður fjallið munandi frægari at arbeiða í.
Higartil eru teir komnir einar 80 metrar inn sigur Ístak og teir vænta einar 100 metrar longri inni verður fjallið fjallið betri