Fingu eina uppliving

Hóast tapið, so vóru venjararnir hjá Kyndli væl nøgdir um avrikið hjá sínum spælarum

Tordis Tróndarson helt, at tær ikki spældu upp til sítt besta leygardagin. Og sum so var Uni Wardum, ikki heilt ósamdur í hesum.

- Eg haldi at okkara spælarar eru somikið óroyndar, at tað sigur seg sjálvt, at tær hava nervar til ein slíkan dyst. Men sum eg havi sagt fyrr, so skal hetta bara vera við til at koyra enn meira á spælararnar víðari fram.

- Og tað er væl so, at Stjørnan var betur í dag. Vit ætlaðu at geva teimum ein skarpan gang. Og partvíst gjørdu vit eisini tað. Men tær vóru bara for góðar í dag.

Var tað nakað, ið tit sum venjarar kundu gjørt øðrvísi í dystinum?

- Tað tosaðu vit um eftir dystin. Men tað haldi eg ikki. Vit vildu tryggja okkum, at tær ikki fingu skjótálopini at koyra, og tað riggaði væl. Men so hava tær nakrar bakkar, sum bara kunnu slynga handan bóltin inn. Og tað er altso trupult at verja fyri. Vit standa eisini væl í verjuni ein stóran part av dystinum. Men tá tær so fáa nøkur kanska nemm mál av veinginum, so fer liðið eitt sindur niður.

Og tá tað so verða hasi fýra-fimm málini á muni. So vita tit kanska, at dysturin er farin?

- Bæði og. Tá tú hevur spælt teg í finaluna, so skalt tú alla tíðina trúgva upp á møguleikan. Tú hevur jú fyrr sæð, at lið hava vent dystum. Men jú. Tá tað eru hasi málini á muni, og Stjørnan liggur omaná, so er tað ikki nemt.

- Men hetta er eingin fiasko. Vit fóru inn til dystin, og vit skuldu njóta hetta sum eina uppliving. Tað gjørdu vit eisini, og eg haldi, at spælararnir hjá okkum góvu alt tað, sum tær áttu. Og hatta var tað, sum vit megnaðu í núverandi støðuni, sigur Uni Wardum, sum saman við eldra beiggjanum, Hannis, er venjari hjá Kyndilskvinnunum í vetur.