Forsorgahjálp
Tey, sum fáa forsorgarhjálp frá Almannastovuni, fingu ein ordans skelk, tá ið hjálpin skuldi útbetalast nú um mánaðarskiftið.
Tey, sum fáa forsorgarhjálp, betala ikki skatt og tí hava tey hesi seinastu árini fingið barnafrádráttin í skattinum útgoldnan.
Tað hendir eisini nú um mánaðarskiftið.
Barnafrádrátturin er 4.000 krónur í landsskattinum fyri hvørt barnið undir 18 ár, umframt ímillum 2.000 krónur og 4.000 krónur í kommunuskattinum, alt eftir, hvørjari kommunu ein býr í.
Og tá ið forsorgarhjálpin varð útgoldin hesuferð, hevði Almannastovan ikki gjørt mætari, enn at hon hevði mótroknað barnafrádráttin í hjálpini.
Sostatt fingu tey flestu onki útgoldið í fororgarhjálp hesuferð. Tískil høvdu tey so ikki havt nakað at liva av tann næsta mánaðan uttan tað, sum tey fingu útgoldið frá toll- og skatt í barnafrádrátti.
Hetta var ein dyggur, fíggjarligur smeitur hjá teimum, sum fáa forsorgarhjálp og nógv teirra brúktu allan dagin at finna útav, hvat var hent.
Trý tey seinastu árini er barnafrárátturin nevniliga ikki mótroknaður í forsorgarhjálpini og tí skilti ongin, hvat varð hent nú.
Men tey kunnu tó fyribils ugga seg við, at talan var um eitt mistak.
Almannastovan misskilti støðuna
Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, løgfrøðingur á Almanna- og heilsumálastýrinum, sigur, at áðrenn 1997 varð barnafrádrátturin mótroknaður í forsorgarhjálpini.
Men í 1997 sigur ein tulking hjá landsstýrinum at barnafrádrátturin er ætlaður barninum og hevur tí onki við forsorgarhjálpina at gera. Landsstýrið vísir eisini á, at øll, sum betala skatt, fáa hendan frádráttin um skattin. At mótroknað frádráttin í forsorgarhjálpini, er tí at taka ein rætt frá teimum, sum tey, ið betala skatt, hava. Tað er at gera mismun á fólki og tað ber ikki til.
Tískil hevur barnafrádrátturin ikki verið mótroknaður síðani 1997.
? Men síðani er málið lagt fyri kærunevndina í almannamálum og hon er komin til ta niðurstøðu, at barnafrádrátturin skal mótroknast í forsorgarhjálpini.
Úrskurðurin er latin Almanna- og heilsumálastýrinum, sum síðani hevur sent Almannastovuni hann til viðmerkingar.
Lógfrøðingurin sigur, at tíverri hevur Almannastovan misskilt støðuna.
?Ístaðin fyri at taka heta sum eitt mál, hon skuldi gera viðmerkingar til, hevur Almannastovan fatað hetta sum eini boð frá Almanna- og heilsumálastýrinum um at mótrokna barnafrádráttin í forsorgarhjálpini.
? Men tað var tað ikki. Tískil hevur Almannastovan aftur fingið boð frá Almanna-og heilsumálastýrinum um at regulera útgjøldini aftur beinanvegin, so at barnafrádrátturin ikki verður mótroknaður. Reguleringin verður gjørd beinanvegin og sostatt verður tað ongin, sum missur forsorgarhjálp av teirri grund og tey, sum hava fingið ov lítið útgoldið hesuferð, fáa tað aftur.
?Undir øllum umstøðum ber tað ikki til, at skerja forsorgarhjálpina so brádliga, tí fólk hava fingið at vita frá toll- og Skatt, at tey fáa barnafrádráttin nú og seinastu árini er hann ikki mótroknaður.
? Tí hava fólk havt alla orsøk til at rokna við pengunum og summi hava kanska enntá handla við teimum, sigur Jóan Hendrik Svabo Samuelsen.
Men sum tað sæst á grein aðrastaðni í blaðnum, fer Almanna- og heilsumálastýrið nú at taka eina nýggja, og endaliga avgerð í málinum.