Bogaskjóting
Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen
Eins og roknað varð við undan seinasta av teimum fýra kappingardøgunum í bogaskjóting, so eydnaðist tað hjá Schandorff Vang at endurvinna gullmerki sítt í compound bólkinum.
Schandorff vann seg á triðja degnum fram um svágin hjá sær, Albert E. Dam, og hann slepti ongan tíð takinum á fjórða degnum. Umframt gullmerkið til Schandorff, gjørdist talan um silvurmerki hjá bæði Albert E. Dam og Sigrid Vang, og alt í alt varð hetta ivaleyst til at tryggja føroyska liðnum gullmerkið.
Bronsan
Í recurve kappingini var byrjanin ikki serliga góð. Fyrsta dagin vóru allir skjúttarnir væl undir miðal í skjóting sínari, og frem til seinasta dagin var líkt til, at einasti skjúttin, sum fór at vinna sær heiðursmerki, var Hans Petur Højgaard, sum á triðja degnum hevði vunnið seg fram á eitt silvurpláss.
Føroyska liðið gjørdi tó ein rættiligan vørr á seinasta degnum, og tá talt varð saman, hevði liðið ognað sær bronsumerki, og má hetta metast sum eitt sera gott avriki. Ikki minst, tá hugsað verður um, hvussu illa gekst í hond fyrsta dagin.