Fingu bót – og klipp í koyrikortið

Ein bilførari fær bót tí tað var kavi á rútunum

Løgreglan hevur verið úti um seg og hevur kannað ferðsluna við skúlar í Havnini. Løgreglan sigur, at í hesum sambandi vóru tað onkur foreldur, sum fingu bót upp á 1500 krónur, umframt eitt klipp í koyrikortið. Tað var tí at tey ikki høvdu syrgt fyri, at børnini sótu í góðkendum barnastóli.

 

Men so var tað eisini onkur bilførari, sum fekk 1000 krónur í bót tí hann hevði ikki skavað kavan av rútunum. Tað er eitt krav, at tað verður gjørt so at bilførarin hevur nøktandi útsýni í allar ættir.

 

Løgreglan sigur, at í gjár fór ein bilur út av í Norðragøtu. Tað varð ein bilur, sum varð tikin av vindi og fór oman av vegnum. Tað var eingin fólkaskaði, sigur løgreglan.