Fingu bót fyri ov høga ferð

Løgreglan var fyrrapartin í dag úti og gjørdi ferðmátingar.

 

 

Umleið klokkan átta gjørdi løgreglan kanningar á Dalavegnum, og har vóru tríggir bilførarar, ið koyrdu ov skjótt.

 

 

Ein bilførari koyrdi 75 km/t og fekk tískil klipp í kortið. Tveir aðrir bilførar koyrdu eisini ov skjótt enn loyvd ferð á Dalavegnum, og tey fingu bót.

 

 

Millum klokkan 10 og 12 var løgreglan í Kaldbaksbotni. Tá koyrdu tveir bilførarar ávíkavíst 107 km/t og 110 km/t, og teir fingu hvør sítt klipp í kortini.