- Vit sendu boð um broytingina umvegis teldupost 22. apríl, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog.
Tá ferðafólk hjá Atlantic Airways møttu á Billund í dag, klár at fara til Føroya við flogfarinum á miðdegi danska tíð, var einki flogfar á vøllinum. Ferðin var nevniliga útsett til í morgin.
- Vit tóku avgerð um at broyta fráferðina 20. apríl og longu 22. apríl boðaðu vit fólki frá umvegis tað teldupostadressu, sum tey upplýstu, tá tey keyptu ferðaseðilin, sigur Jóhanna á Bergi.
Sambært flogfelagnum møttu seks ferðafólk á Billund í morgun og ætlaðu sær til Føroya í dag.
- Vit eru sjálvandi ómetaliga hørm um, at hesi ikki hava fingið boðini, og vit veita nú tað hjálp, vit kunnu. Tey hava fingið tilboð um antin at koma til Føroya umvegis Keypmannahavn ella at bíða til í morgin, men vit royna at taka okkum væl av ferðafólkunum, sigur nýggi stjórin hjá føroyska flogfelagnum.