Fingu boð um at flyta bilarnar

Løgreglan fer at fylgja við parkeringini

Løgreglan fer nú at fylgja við, hvussu bilarnir standa parkeraðir við KFUK. Í gjár fekk løgreglan eitt prei um, at bilar stóðu so illa parkeraðir, at teir vóru til ampa, eitt nú var tað ómøguligt hjá sjúkrabili og brandbili at sleppa framvið.

Løgreglan sigur, at tey fóru framvið at hyggja, og niðurstøðan er, at tríggir av bilførarunum fingu boð um at flyta bilarnar.

Tey siga, at tey fara at hava eyguni eftir parkeringini har um vegir, so at parkering, sum hendan, ikki heldur fram. Men tey siga, at talan er um ein privatan veg, so viðurskiftini eru eitt sindur øðrvísi enn á almennum vegi