Fingu íblástur til víðari bíbliulestur

Í gjár var Hoyvíkar kirkja karmur um eitt serligt skeið í bíbliulestri. Eitt av evnunum var, hvussu ein lesur Bíbliuna og hví tey fýra evangeli’ini eru so ymisk.

Tað er Teologisk Pædagogisk Center í Løgumkloster sum skipaði fyri hesum skeiði, í samstarvi við Felagið fyri kirkjuráðslimir og Prestafelag Føroya.

Skeiðið vendi sær serliga til kirkjuráðslimir og kirkjutænarar. Skeiðshaldarar vóru donsku Gertrud Yde Iversen og Kirsten Nielsen. Samskipari í Føroyum er Theodor Eli Dam Olsen, prestur í Kvívík.

Eitt av evnunum á skeiðnum var tað tey nevna myndamálið í Bíbliuni. Her verður spurningurin settur um Gud sum faðir, eina móður, eina leyvu, eina ørn, ein kelda við vatni ella logandi eldur.

Høvið verður eisini at gera venjingar í upplestri og annars at fáa íblástur og innføring í Bíbliuna sum bókin við teimum stóru linjunum og teim mongu røddunum.

Um 25 fólk vóru á skeiðnum.

Mynd: Luttakarar, saman við undirvísarum avmyndaði frammanvert altarið í Hoyvíkar kirkju