Áðrenn Brandur í Dali í 2001 seldi Peturi Olsen húsini, bjóðaði hann øllum almennum stovnum at keypa húsini. Millum teirra, sum fekk tilboðið um at keypa húsini, var Tórshavnar Býráð og Jan Christiansen, táverandi borgarstjóri.
Eingin lat við seg koma
- Eg sendi eitt fax út til allar almennar stovnar í høvuðsstaðnum, har eg bjóðaði teimum at keypa húsini. Eg nevndi ongan prís, men tá ið eg nú seldi Petur Olsen tey fyri 1,8 millión, so hevði tað eisini borið til hjá Tòrshavnar Býráð at keypt tey fyri somu upphædd tá, sigur Brandur í Dali.
Hann sigur, at ongin av almennu stovnunum, heldur ikki Tórshavnar Býráð, sum fekk tilboð um at keypa húsini, lat við seg koma, og tí vóru húsini seld privat.
Petur Olsen keypti síðani húsini fyri 1,8 millión krónur, og í farnu viku keypti Tórshavnar Býráð so húsini fyri 5 milliónir. Tað vil siga, at um býráðið hevði keypt Degnshús frá Brandi í Dali í 2001 fyri 1,8 millión, so vóru fleiri enn tríggjar milliónir spardar. Men býráðið lat ikki við seg koma í 2001, og ístaðin vóru húsini keypt fýra ár seinni fyri fimm milliónir krónur.










