Fingu betri og kyrrari bátahyl

Eftir herviliga uppgangin í Skálavík fyri meiri enn hálvum triðja ári síðan, hevur Skálavík nú ein betri og kyrrari bátahyl

SKÁLAVÍK

Tað var kanska ”held í óheldi”, sum tey plaga at siga, tá herviligi uppgangurin hin 31. januar í 2008 gjørdi feigdina um seg í Skálavík og fór so illa við havnalagnum, samstundis sum bátar, sum lógu í bátahylinum, endaðu við havsins botn.
Palli á Lava Olsen, umsjónarmaður hjá Skálavíkar kommunu, sigur, at hóast verkætlanin við endurbygging av havnarlagnum varð væl stuðlað, noyddist kommunan at spenna seg hart fyri, tá havnarlagið varð bygt uppaftur.
- Minnist eg rætt, var hetta ein íløga upp á umleið 4,2 miljónir krónur, men vit fingu út við 2 miljónir krónur í stuðli. Ein miljón kom úr landskassanum, og peningagávur komu eisini frá føroyskum kommunum, sum vildu hjálpa okkum at byggja bátahylin uppaftur. Haraftrat fingu vit dyggan fíggjarligan stuðul úr Íslandi.
Umsjónarmaðurin vísir á, at Skálavík við nýggja havnarlagnum hevur fingið ein betri og kyrrari bátahyl, enn tey høvdu áður.