Tað hevur verið rættiliga nógvur stormur í nátt og tíðliga í morgun. Men løgreglan sigur, at tey hava bara fingið tvær fráboðanir um skaða. Í tí eina førinum var vandi fyri, at plátur fóru á við vindinum av einum byggiplássi í Havn. Brandstøðin fekk boð um hetta og fór á staðið og tryggjaði pláturnar, so at tær ikki gjørdi skaða frá sær.
Hin skaðin hendi í Kollafjarðadali, tá ið ein treylari varð tikin av vindi og endaði á síðuni, men fólkaskað var ikki.
Nú er vindurin so minkaður munandi aftur, men á Norðradalsskarði og á Gjáarskarði eru framvegis yvir 30 metrar um sekundið.