Fingu bara eitt tilboð upp á Sjóvinnuhúsið

- Tað var ikki tann stóri áhugin fyri at ogna sær leiga risastóra bygningin á Vestaru Bryggju í Havn

Tað er ikki tann stóri áhugin fyri at fáa fatur á risastóra Sjóvinnuhúsinum á Vestara bryggju í Havn.

 

Tað er húsið, har Saltsølan helt til í og sum Tórshavnar Kommuna ognaði sær, og setti ístand, og tilsamans hevur tað kostað kommununi einar 100 milliónir krónur.

 

Síðani hevur havt eina umskiftiliga lagnu.

 

Fyrst var ætlanin at húsið skuldi vera eitt hús, har alskyns virksemi, sum hevði við sjóvinnu at gera, skuldi vera inni.

 

Men so varð tann ætlanin slept, og ístaðin varð talan um, at umsitingin hjá býráðnum skuldi flyta í húsið, og tosað varð eisini um, at gera nýggjan býráðssal í húsinum.

 

Men fyri stuttum vórðu allar ætlanir sleptar, og ístaðin varð húsið lýst leyst til sølu, ella til leigu.

 

Men treytin var, at húsið skuldi leigast, ella seljast í einum, og verður hann leigaður, kann leigumálið vera upp í 30 ár.

 

Gólvvíddin er 7000 fermetrar, býttir millum fimm hæddir, og ein onnur treyt er, at Silan skal brúkast til matstovu, ráðstevnur, framsýningar ella annað, har almenningurin hevur atgongd.

 

Annars skal bygningurin brúkast til sjóvinnu, ferðavinnu, gransking, menning ella altjóða samstarv.

 

Men hóast býráðslimir hava ført fram, at stórur áhugi er fyri húsinum, vísti tað seg, at bara eitt tilboð kom inn, áðrenn freistin fór á miðdegi í gjár.

 

- Vit fingu nakrar fyrispurningar, men tá ið avtornaði kom bara ta eina tilboðið inn upp á Sjóvinnuhúsið, sigur Sjúrður Olsen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð.

 

Hann vil ikki siga, hvør tað er, sum hevur bjóðað. Men tann, sum vil hava bygningin, er ikki sinnaður at keypa hann, men at leiga hann.

 

- Nú mugu vit so undir samráðingar við tilboðsgevaran um treytirnar, og um, hvussu farast skal fram, sigur Sjúrður Olsen.

 

Men hann leggur afturat, at nú skal tilboðið kannast gjølligari, men at síggja til er talan um eitt tilboð, sum er góðtakiligt.

 

Tað hevur ljóðað, at Smyril Line var áhuga í húsinum til hotell. Men Rúni V. Poulsen, stjóri á Smyril Line vil ikki siga, um tað eru tey, sum hava bjóðað upp á Sjóvinnuhúsið.

 

- Vit hava ongar viðmerkingar til hatta í løtuni, sigur hann.

 

- Tað er einki avgjørt í hasum málinum, og tá ið vit hava okkurt at fortelja, skulu vit nokk siga frá, sigur Rúni V. Poulsen.