- Burtur úr einari slíkari messu spyrjast nógv góð sambond, og sáttmálar verða eisini undirskrivaðir. Í Brússel fekk Varðin Pelagic í lag avtalu um keyp av eitt nú svartkjafti til matna. Nú svartkjaftur verður virkaður til matna, kann tað fáa stóran týdning, at onkur nýggj avtala fæst í hús.
Tað sigur umsitingarleiðarin hjá Varðanum í Gøtu, Tórheðin Jensen, sum gjøgnum árini hevur verið við á fleiri sjógætismessum í Brússel.
Herfyri var heimsins størsta sjógætismessa - Seafood Expo Global 2015 - hildin í Brússel, har fleiri føroyskar fyritøkur, sum útflyta fiska-og laksavørur, vóru savnaðar á einum stórum føroyskum landabási.
At hava landabás er ikki sermerki fyri Føroyar. Hetta er vorðið alt meira vanligt á slíkum messum, og tað eru eisini onnur lond, ið gera tað sama. Hinvegin er eisini vanligt, at velduga stórar fyritøkur úr somu ella øðrum londum, sum hava virksemi kring um heimin, hava egnan bás.
- Eg haldi, at tað hevur stóran týdning, at Føroyar marknaðarføra seg saman og soleiðis gerast meira sjónligar við okkara fiskavørum. Vatn er ikki bara vatn. Tað er fiskur heldur ikki. Fyri keyparar er makrelur ella sild ikki bara makrelur ella sild. Hugt verður eisini eftir, hvaðani fiskurin kemur, hvussu hann verður veiddur, hagreiddur og pakkaður.
Fyrstu ferð, at Tórheðin Jensen var á hesi messu í Brússel, var longu í 1994, tá sum starvsnæmingur fyri Menningarstovuna. Hetta var árið eftir, at henda stóra messa sá dagsins ljós. Messan í Brússel gevur sjógætisvinnuni beinleiðis samband við nógvar professionellar keyparar og veitarar úr øllum liðum í vinnuni, allir samlaðir á einum staði.
- Umframt at her eru nógvir útbjóðarar og keyparar til akskyns fiskavørur, eru eisini fleiri við, sum selja ymiskar maskinur til fiskaframleiðslu. Her eru fyritøkur, ið framleiða avhøvdarar, flakamaskinur, skrædlarar, skiljarar og annað, bæði til botnfisk, uppsjóvarfisk og laks.
Tórheðin Jensen vísir á, at skip og skipsútgerð sum so ikki er partur av messuni, men Varðin Pelagic hevði við sær ein film, ið vísir, hvussu fiskurin verður veiddur, goymdur og hagreiddur, og stórur áhugi var fyri hesum filmi.
- Ein slík messa er business to business, sum vit plaga at siga. Her hittast seljarar og keyparar. Onkur fyritøka hevur kanska eina frystiboks við sær, har onkrar fiskavørur eru í - ella onkra dósavøru, men hetta er meira til at pynta við.
Hann sigur, at Varðin Pelagic, sum bæði tey undanfarnu árini hevur fryst, pakkað og útflutt nógv túsund tons av fiski til matvøru, hevði ógvuliga nógvar vitjanir í Brússel.
- Føroyar hava stóran útflutning til Ruslands, eitt nú av laksi, sild og makreli, og her vóru nógvir russarar inni á gólvinum. Vit sóu eisini nógv fleiri kinverjar, enn vit hava sæð áður. Harumframt vóru keyparar ymsastaðni úr Evropa, Asiu, Japan og Afrika, har uppsjóvarvirkið hevur ein stóran marknað í eitt nú Nigeria, sigur umsitingarleiðarin hjá Varðanum í Gøtu.










