Á sjálvum 70 ára føðingardegi Telefonverksins, 19. november 1976, varð automatiska millumbygdasambandið í bygdum í Norðurstreymi og Norðureysturoy sett til, og nýggj telefonstøð til hetta telefonsambandið tikin í nýtslu á Eiði.
Bygdirnar, sum henda dagin fingu automatiskt millumbygdasamband, eru Gjógv, Funningur, Eiði, Ljósá, Tjørnuvík og Haldórsvík, og er hetta tað størsta økið í landinum, sum hevur fingið automatiskt millumbygdasamband. Tilsamans eru lagdir eini 50 kilometrar av kaðalum til nýggja sambandið.
Serligt tilknýti
Tað var ikki heilt uttan orsøk, at telefonverkið hevði heitt á brøðurnar, Svenn Poulsen og Jógvan Skýlindal, um at seta tað nýggja telefonsambandið til.
Í einari røðu í nýggju telefonstøðini á Eiði segði Sólbjørn Jacobsen, telefonverksstjóri, at telefonverkið altíð hevur havt eitt serligt tilknýti til Eiðis bygd, við tað, at bæði Svenn og Jógvan, sum eru ættaðir av Eiði, starvaðust við telefonverkið í meiri enn 60 ár, og at faðir teirra starvaðist á verkinum undan teimum.
Áðrenn sambandið varð sett til, tosaði Svenn Poulsen suður í útvarpið í Havn, har hann greiddi frá teirri fyrstu tíðini, hann arbeiddi upp á telefon. Svenn upplýsti m. a., at telefon kom til Eiðis í 1907, og at tann fyrsta støðin var í Jógvansstovu. Hann segði seg hóva illa at hoyra fólk gremja seg um, hvussu vánalig telefonin er:
? Eg kann ikki samtykkja í tí, segði Svenn, sum fór av telefonverkinum fyri fýra árum síðani.
Aftan á at sambandið varð sett til, varð samkoma í Eiðis skúla, har takkarrøður vórðu fluttar, og gávur handaðar teimum, sum hava havt telefonstøðir í bygdunum, og sum nú hava fingið automatiskt millumbygdasamband.
12 støðir eftir
Viggo Planck, telefonmaður, sum bar heilsu frá Eskild Christiansen, telefonverksstjóra, nevndi, at 1960-árini vórðu nýtt til planlegging av automatiska millumbygdasambandinum, meðan 1970-ini hava verið nýtt til at seta hesar ætlanir í verk. Hann upplýsti, at upprunaliga vóru 100 telefonstøðir kring landið, men at fleiri nú eru lagdar saman í eina.
Viggo Planck segði, at nú eru 12 støðir eftir at automatisera. Tær eru í Vágum og á Sandoynni.