Boykott
? Tjóðveldisflokkurin og miðflokkurin fingu alt at vita, sum teir høvdu brúk fyri.
Johan Dahl, formaður í uttanlandsnevnd Løgtingsins, vísir staðiliga aftur, at málið um yvirtøkulógirnar varð so illa lýst, at Løgtingið kundi ikki taka støðu til tað.
Í øllum førum mettu tjóðveldisflokkurin og miðflokkurin, at málið var so illa lýst, at teir noktaðu at taka lut í atkvøðuni og løgdu sostatt alt tingarbeiðið lamið tað mesta av eimum tíma fríggjadagin.
Teir søgdu at ein orsøk var, at uttanlandsnevndin hevði sýtt fyri at innkalla serfrøðingar í nevndina, sum kundu lýsa, hvørja ávirkan yvirtøkulógirnar fóru at fáa.
Hesum vísir formaðurin í uttanlandsnevndini aftur.
? Tað, sum tjóðveldisflokkurin og miðflokkurin gjørdu, var ósømuligt.Tað var at draga gøtulótir inn um tingsins gátt og tað var at niðurgera Føroya Løgting.
? Yvirtøkulógirnar hava fingið tað viðgerð, sum tær skulu hava og tí eru atfinningarnar frá andstøðuni høpisleysar.
Men tá ið nú andstøðan følir, at málið er ov illa lýst, er tað so rætt at sýta fyri at innkalla teir serfrøðingar í nevndina, sum teir høvdu brúk fyri?
-Fyrst av øllum staðfestir Johan Dahl, at tað er formaðurin sum ger av, hvør skal innkallast í nevndina at geva frágreiðing.
? Vit kallaðu tveir føroyskar serfrøðingar í nevndina og teir hava sjalvsagt lýst málið líka væl sum nakar útlendskur serfrøðingur hjá tjóðveldisflokkinum og miðflokkinum kundu gjørt. Talan var um báðar løgfrøðingarnar, Halgir Winther Poulsen og Kári á Rógvu.
? Harumframt ætlaði andstøðan at innkallað stjóran í Atlantsflogi og vinnulívsmannin, Egil Olsen, til at umrøða flogvallarmálið og útbyggingar av flogvøllinum fyri uttanlandsnevndini.
Tað vildi Johan Dahl ikki, tí hann metti ikki, at flogvallarmálið hevur nakað sum helst við yvirtøkulógirnar at gera.
? Tað má vera eitt mark fyri, hvør skal kallast inn, tí annars veit ongin, hvar vit enda. Tað, sum var til viðgerðar, vóru yvirtøkulógirnar og onki annað.
Longt viðgerðina óneyðugt
? Men er tað rímiligt at formaðurin noktar at innkalla serfrøðingar í nevndina, sum nevndarlimir vilja sleppa at hoyra sjónarmiðini hjá?
? Vit mettu at teir føroysku serfrøðingrnir kundu lýsa málið líka væl sum teir útlendsku serfrøðingarnir, sum tjóðveldisflokkurin og miðflokkurin ætlaði at kalla í nevndina. Málið skuldi avgreiðast, áðrenn tingið fór til hús og at kalla útlendskar serfrøðingar í nevndina, hevði bara longt viðgerðina óneyðuga, uttan at málið hevði verið betri lýst fyri tað, enn føroysku serfrøðingarnir høvdu lýst tað.
Johan Dahl heldur nevniliga, at yvirtøkulógirnar eru ikki eitt serliga fløkt mál.
? Yvirtøkulógirnar eru ein politisk avtala og talan eru um tvey hampiliga einføld og greið mál. Tað snýr seg um, at vit kunnu yvirtaka mál, táið Løgtingið er sinnað til tað og hetta snýr seg um hvørji mál kunnu yvirtakast og sum ikki kunnu yvirtakast. Fløktari enn so er tað ikki,sigur formaðurin í uttanlandsnevndini.
Funnist hevur verið at samgonguni, tí hon ikki hevur roynt at finna semju í hesum máli?
? Í hesum máli er gjógvin ímillum samgongu og andstøðu so stór, at tað hevði verið ógjørligt at funnið semju, sigur Johan Dahl.










